- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klivaløkshagi: Eigararnir fáa leigu fyri lendið í 20 ár
Hagaeigararnir, ið verða ávirkaði av ætlaðu vindmyllulundini í Klivaløkshaga vestan fyri Sandsbygd, kunnu vænta sær leigu í 20 ár frá elbrúkarunum aftur fyri lendið.
Tað sigur Ari Johanneson, leiðari hjá Elveitingareftirlitinum. Hann kann tó ikki enn siga, hvussu nógv leigan verður.
"Leiguprísirnir eru ikki teir somu í ymsu vindmyllulundunum. Tað veldst eitt nú um, hvussu nógv el verður framleitt í økinum, og tí ber enn ikki til at siga, hvussu nógv eigararnir fara at fáa í leigu árliga."
Ari Johanneson, leiðari á Elveitingareftirlitinum
Enn ber heldur ikki til at siga, hvussu nógvir hagar fara at fáa leiguinntøku í Klivaløkshaga.
"Fyrr enn vinnarin av útboðnum í samband við vindmyllulundina í Klivaløkshaga er funnin, ber ikki til at siga júst, hvussu nógvir hagar fara at fáa leiguinntøku í Klivaløkshaga," sigur leiðarin á Elveitingareftirlitinum.
Umhvørvisstovan hevur lýst eftir umsóknum um loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Klivaløkshaga. Lýsingin kom út 15. juli, og freistin at bjóða er 15. januar næsta ár.
Freistin at kæra Umhvørvisárinsmetingina hjá SEV av Klivaløkshaga er annars í morgin. Kærast skal til Umhvørvismálaráðið.