1.000 fólk mótimæla vindmyllulund á Sandi

1.000 fólk mótimæla vindmyllulund á Sandi
Sandingar hava, umframt at savna undirskriftir inn á Sandi, eisini savnað undirskriftir umvegis internetið
Mynd: Savnsmynd  
 
07.08.2024 - 19:00

Sandingar hava samlað góðar 1.000 undirskriftir móti ætlaðu vindmyllulundini í Klivaløkshaga.

Sandingar hava, umframt at savna undirskriftir á Sandi, eisini savnað undirskriftir umvegis internetið.

Jóannes í Miðstovu, stigtakari til undirskriftainnsavninga, sigur, at enn er støða ikki tikin til nær undirskriftainnsavningin endar.

Men givið er, at sandingar fara eisini at kæra góðkendu umhvørvisárinsmetingina, sum SEV hevur gjørt.

Kærufreistin er komandi fríggjadag 

 

1000_sandingar_skriva_undir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076