Tjóðsavnið tosaði fyri deyvum oyrum í Tórshavnar kommunu

Tjóðsavnið tosaði fyri deyvum oyrum í Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna fylgdi ikki tilmælinum frá Tjóðsavninum um at gera nýggjar umhvørviskanningar í sambandi við innkomuvegin í Marknagili og arbeiðið við Stórutjørn
Mynd: Landsverk  
 
02.08.2024 - 15:07

Tórshavnar Kommuna vildi heldur fylgja einari 14 ára gamlari meting, sum tók støði í einari nógv minni verkætlan enn tað, verkætlanin við Stórutjørn gjørdist til - enn at gera nýggjar umhvørviskanningar, sum Tjóðsavnið vildi. 

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í samskiftið millum Tórshavnar kommunu og Tjóðsavnið.

Hóast Tjóðsavnið mótmælt,i valdi Tórshavnar kommuna at halda fram við leistinum við Stórutjørn, í sambandi við innkomuvegin og bygging av økinum í Hoyvík, sum altso bygdi á eina umhvørviskanning frá 2008.

 

Mælti til nýggjar umhvørviskanningar

Tjóðsavnið vildi hava nýggjar umhvørviskanningar, tí metingarnar frá 2008 góvu ikki neyvu myndina av djóra- og plantulívinum.

Haraftrat vóru gomlu kanningarnar gjørdar fyri eina byggiverkætlan, sum í dag er ein heilt onnur og umfatar eitt nógv størri øki.

Stjórin í Tjóðsavninum, Herleif Hammar, sigur millum annað í skrivi til Tórshavnar kommunu, at verkætlanin:

"(Hon) víkir heilt frá upprunaligu byggiætlanini og líkist als ikki teimum gøtum, sum annars eru lagdar kring allan býin."

Hetta verður sagt í sambandi við eina gøtu við Stórutjørn, sum broytir nátturuna munandi í tilfari og breidd, sambært Tjóðsavninum.

"Gøtan er fýra metrar breið, og saman við tí tilfari, sum er grivið av og lagt við síðuna av, er náttúran broytt og skadd í einum bana, sum nógvastaðni er meira enn 15 metrar breiður." 

 

Neyðugt fyri menning

Herleif Hammer ger eisini kommununi greitt, at Tjóðsavnið veit, at útbygging av infrakervi, útstykkingar v.m. eru neyðugar fyri menningini av landi og kommunum.

"Men tað er sera umráðandi at minimera árinini á náttúruna, har tað ber til." 

At enda vísir Herleif Hammer á, at í flestu grannalondum er tað eitt krav, at kommunur taka náttúrufrøðiliga ráðgeving við, tá útbyggingar gerast. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. september
Morgunlestur mikudagur 11.september 2024
180237
Týsdag 10. september
"Vit tora ikki at tosa frítt!"
180015
Týsdag 10. september
Norðurljóð 9.september 2024
180452
Týsdag 10. september
Norðurljóð 2.september 2024
180451
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. september
Veðrið - teknmálstulkað
180497
Mikudag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180482
Týsdag 10. september
Veðrið
180470
Týsdag 10. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180424
Sunnudag 8. september
3-2
180345