Ivasamt nær tað er klárt at screena føroyingar fyri tarmkrabba

Ivasamt nær tað er klárt at screena føroyingar fyri tarmkrabba
Í síni ólavsøkurøð segði løgmaður, at nú skulu allir føroyingar screenast fyri tarmkrabba. Ivasamt er, nær tað er klárt at screena, sigur varastjóri á Landssjúkrahúsinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.08.2024 - 09:46

Nu skulu føroyingar screenast fyri tarmkrabba. Tað segði løgmaður á ólavsøku.

Landssjúkrahúsið verður helst klárt at samskipa screening fyri tarmkrabba í heyst. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í sínari røðu, tá tingið var sett á ólavsøku. 

Men á Landssjúkrahúsinum tora tey ikki at lova, at so verður.

"Tað er ilt at siga, nær tað er klárt at fara í gongd," sigur Gunnvá Guttesen, varastjóri á Landssjúkrahúsinum við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund. 

 

Finna sjúkuna fyrr

Ein arbeiðsbólkur fer undir at fyrireika screeningina í næstum. 

Fyrimunurin við at screena fyri tarmkrabba er, at mann finnur sjúkuna fyrr og sostatt fær betri viðgerð.

Í Krabbameinsætlanini frá 2022 vóru ynski um, at fleiri átøk skulu setast í verk. Teirra millum eru tvey tilmæli, sum vórðu send til Heilsumálaráðið um eina útgreiningar- og ávísingareind og eina screeningseind. Hesar eindir eru neyðugar, metir Landssjúkrahúsið, áðrenn tarmscreening kann setast í verk. Og pengar eru settir av til báðar eindirnar. 

 

Tarmscreening_Gunnva_Guttesen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. september
Morgunlestur mikudagur 11.september 2024
180237
Týsdag 10. september
"Vit tora ikki at tosa frítt!"
180015
Týsdag 10. september
Norðurljóð 9.september 2024
180452
Týsdag 10. september
Norðurljóð 2.september 2024
180451
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. september
Veðrið - teknmálstulkað
180497
Mikudag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180482
Týsdag 10. september
Veðrið
180470
Týsdag 10. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180424
Sunnudag 8. september
3-2
180345