Sverri Sandberg Nielsen: "Neyvan mót upp á eitt OL afturat"

Sverri Sandberg Nielsen: "Neyvan mót upp á eitt OL afturat"
"Hatta var ein góður róður, í mun til hvussu tað annars hevur gingið í ár og upp til OL. Í so máta eri eg nøgdur," sigur Sverri Sandberg Nielsen, ið ikki rakk OL-finaluni
 
01.08.2024 - 12:30

"Málið var sjálvandi at koma í OL-finaluna," staðfestir Sverri Sandberg Nielsen. 

"Men eg føldi, at eg mátti gera okkurt øðrvísi fyri at náa OL-finaluni, tá eg var endaður í einari so sterkari hálvfinalu."

Tillagingarnar, ið Sverri Sandberg Nielsen gjørdi, riggaðu væl teir fyrstu 1500 metrarnar. 

"Málið var ikki at skula hava fyri neyðuni at spurta um eitt finalupláss móti hinum síðstu 200 metrarnar. Tíverri kiksaði tað, og so var orkan uppi síðstu 200 metrarnar, tá eg eisini misti tamarhaldið á árunum," útgreinar Sverri Sandberg Nielsen. 

Føroyski eliturógvarin vil ikki endaliga siga, at hann nú gevst við rógving á hægsta støði. 

"Eg skal í øllum førum burtur frá ítróttinum eina løtu, men eg ivist í, at eg havi mót upp á eitt OL afturat," ásannaði miðvingurin, ið er kendur sum føroyska watt-mostrið fyri sína styrki við einari ár í hond. 

 

Sverri_Sandberg_Nielsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV