- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB skal steðga heimsstjørnum á Tórsvølli
HB skal, eins og Víkingur, royna at spæla seg víðari í UEFA Confrence League-kappingini á Tórsvøllin í kvøld klokkan 20.
HB hevur í útgangsstøðinum betri møguleika at koma víðari á pappírinum, tí HB megnaði einans at tapa 0-2 í útidystinum móti kroatiska stórfelagnum.
Tað eru heldur ikki hvørjir sum helst, ið eru við kroatiska liðnum í Føroyum. Hvørt mansbarn, ið hevur fylgt við fótbólti seinastu 15 árini, kennir nøvnini Ivan Rakitić og Ivan Perišić, ið hava umboðað so mæt feløg sum Barcelona og Inter Milan, og annars vunnið upp í leypar av steypum.
Og venjari fyri kroatiska liðnum er eingin annar enn italska miðvallarlegendan Gennaro Gattuso, ið var beinbrótari á miðvøllinum hjá Milan í síni tíð.
Hajduk Split hevur eldhugaðar fjepparar, og stívliga 300 av teimum eru komnir við felagnum til Føroya.
Nøkur teirra hava gjørt nógv um seg á skeinkistøðunum í Havn. Í gjárkvøldið og í nátt var politiið nakrar ferðir á skeinkistøðum fyri at sissa fólk.
Skeinkistøðini hava loyvi til at hava opið til klokkan tvey í staðin fyri midnátt, tá slíkir fótbóltsdystir eru.
Dysturin millum HB og Hajduk Split byrjar á Tórsvølli klokkan 20, og vit siga frá dystinum í útvarpinum
Hvat: HB - Hajduk Split
Hvar: í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: kl. 20