- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bæði Víkingur og HB taptu í Conference League í gjár
Tað er lítið sannlíkt, at Víkingur og HB spæla seg víðari í Conference League-kappingini hjá UEFA.
Bæði Víkingur og HB høvdu fingið trupla mótstøð í fyrsta umfarinum, ávikavist Gent úr Belgia og Hajduk Split úr Kroatia, og bæði taptu eisini sínar dystir á útivølli í gjár.
Dreymabyrjan
Víkingur fekk annars eina dreymabyrjan móti belgiska liðnum Gent, tí tá okkurt um eitt korter var farið, legði Jørgen Nielsen Víking á odda aftaná hornaspark.
Heimaliðið fekk javnað góðar tíggju minuttir seinni, og hálvleiksstøðan var 1-1.
Men í seinna hálvleiki fekk Gent trý mál og vann sostatt 4-1.
Til ber at síggja málini, sum blivu skotin í dystinum, her:
HB megnaði at binda fyri
HB møtti eisini sterkari mótstøðu í Kroatia, har Hajduk Split tók ímóti.
Í nógva hitanum í Kroatia skoraði heimaliðið tvær ferðir í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki eydnaðist HB at binda fyri. Fleiri mál komu ikki, so Hajduk Split vann at enda 2-0.
Málini, ið komu í dystinum, kunnu síggjast her.
Returdystirnir hjá Víkingi og HB verða spældir í næstu viku.