Vilja hava inngjaldið minkað einaferð enn

Vilja hava inngjaldið minkað einaferð enn
Tað gongur so væl hjá Arbeiðsloysisskipanini, at stýrið hevur biðið Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, lækka inngjaldið á nýggjárinum
Arbeiðsloysið í fjør. Føroyar eru niðast.
 
21.07.2024 - 10:57

Tað gongur so væl hjá Arbeiðsloysisskipanini, at stýrið hevur biðið Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, lækka inngjaldið á nýggjárinum.

Tað kann hon gera við kunngerð.

Stýrið vil hava inngjaldið niður í 0,6 prosent.

Tað fór úr einum prosenti niður í 0,8 prosent 1. januar í ár.

Loftið lækkaði eisini

Inngjaldsloftið var 650.000 krónur, men tað lækkaði eisini 1. januar.

Fyrr var hámarkið fyri inngjaldi 6.500 kr. um árið.

Tað er nú 5.200 krónur um árið.

Lækkingarnar gera, at ALS samanlagt fer at fáa 100 mió. krónur minni í 2024 og 2025 enn ALS hevði fingið, um inngjaldið framvegis var eitt prosent, sigur stýrið.

Í nógv ár var inngjaldið 1,25 prosent. Men í 2021 fór tað niður í eitt prosent.

Tá verandi lóg um ALS kom 1. juli í 1997, var inngjaldið 2,5 prosent. Men tað fór niður í 2,25 1. januar í 1998.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363