Danska fótbóltslandsliðið skal hava nýggjan venjara

Danska fótbóltslandsliðið skal hava nýggjan venjara
Kasper Hjulmand hevur sjálvur biðið um at vera loystur úr starvinum
Kasper Hjulmans er givin sum venjari hjá danska fótbóltslandsliðnum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.07.2024 - 08:50

Kasper Hjulmand gevst sum venjari hjá danska landsliðnum í fótbólti. 

Hann hevur sjálvur biðið um at vera loystur úr starvinum, skrivar danska fótbóltssambandið DBU.

Eftir EM í Týsklandi hava Kasper Hjulmand og stjórin í DBU Peter Møller eftirmett endaspælið og kvalifikatiónina til kappingina og hava tosað um framtíðina. 

Í sambandi við eftirmetingina, hevur Hjulmand avgjørt at gevast í starvinum, fyri at tryggja landsliðnum nýggja orku.

Morten Wieghorst tekur fyribils við sum venjari fram til ársskiftið, skrivar DBU.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076