
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spæla seinasta dystin í undankappingini móti Andorra
Spæla seinasta dystin í undankappingini móti Andorra

Frá venjingunum hjá kvinnulandsliðnum í Andorra.
Mynd: FSF
16.07.2024 - 14:42
Føroyska kvinnulandsliðið, sum fríggjadagin vann 2-1 á Montenegro, spælir í kvøld seinasta dyst í EM-undankappingini. Hann verður móti Andorra, sum okkara kvinnur í fyrra dystinum vunnu 4-0 á í juni.
Dysturin verður í kvøld kl. 18 á Andorra La Vella stadion.
Signe Pries Andersen, venjari. (Mynd: FSF)
- Okkara kvinnur spæla alt eftir, hvar Androrra stendur á vøllinum, sigur Signe Pries Andersen, høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum:
16072024_Signe_Andersen
Kringvarpið stroymir dystin her, og stroymingin byrjar kl. 17.50.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV