Settu punktum við sannførandi sigri

Settu punktum við sannførandi sigri
Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar settu punktum fyri hesi EM-undankappingini við sannførandi útisigri á Andorra. Føroyar endaðu nummar trý í bólkinum við níggju stigum
Føroysku fótbóltskvinnurnar settu punktum fyri EM-undankappingina við sannførandi sigri á Andorra
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
16.07.2024 - 20:04

Við málum frá Jensu Tórálvsdóttir, Eyðvør Klakstein, Áslu Johannesen og Tórunn Joensen í 4-0 sigri á Andorra settu Føroyar eitt sannførandi punktum fyri hesi EM-undankappingini.

Føroyar fingu samanlagt níggju stig og endaðu á triðja plássi aftanfyri Grikkaland (16 stig) og Montenegro (10 stig). 

Besta avrikið kom í sigrinum á Montenegro á Tórsvølli, meðan lakasta avrikið kom á útivølli ímóti somu mótstøðu, tá troyttir føroyskir spælarar løgdu rygg til 5-1 tap í hitanum í Podgorica.

 

Best frá byrjan

Føroyar vóru munandi betri í heimadystinum síðst í mai, og sami munurin sást skjótt á Andorra la Vella-leikvøllinum í Pyreneafjøllunum.

Tað tók kortini smáar 20 minuttir, áðrenn føroyska yvirvágin broytti støðuna á máltalvuni. Jensa Tórálvsdóttir, sum avgjørdi dystin ímóti Montenegro fríggjadagin við langskotið, vildi hava meir av tí sama, og smekkaði til úr vinstru eftir horna. Harða skotið av brotsteigarmarkinum fór upp um málverjan, og so var 1-0.

Bert tveir minuttir seinni øktu Føroyar um leiðsluna. Bólturin varð spældur úr høgru og yvir í vinstru síðu, og eftir góða renning til nærru stongina, kundi Eyðvør Klakstein seta bóltin í netið úr stuttari frástøðu til hálvleikstøðuna, 2-0.

 

Løgdu tvey afturat

Dystarmyndin var hin sama eftir steðgin. Føroyingarnir vóru als ikki hóttir; hinvegin spældu teir seg til nakrar kjansir og hildu fram at skjóta útifrá. Tað gav eisini úrslit í 72. minuttir, tá Ásla Johannesen royndi seg úr eini 20 metrum. Málverjin, Luna Vazquez, sum ikki hevði sín besta dag, átti helst at havt bjargað, men tað legði føroyski liðskiparin, sum fekk sítt annað mál í undankappingini, einki í.

Tórunn Joensen fekk seinasta orðið, tá hon skeyt fríspark beinleiðis í netið, áðrenn dómarin blásti dystin av. Ein dyst, sum føroysku kvinnurnar domineraðu frá byrjan til enda.

Føroyska landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen, var ivaleyst væl nøgd við dystin, og kann eisini vera væl nøgd við undankappingina, sum gevur vón um spennandi framhald næsta ár.

 

Andorra la Vella-leikvøllurin, Andorra (EM-undankappingardystur)

Andorra - Føroyar 0-4 (0-2)

0-1 Jensa Tórálvsdóttir 19 min.
0-2 Eyðvør Klakstein, 21 min.
0-3 Ásla Johannesen, 72 min.
0-4 Tórunn Joensen, 90+7 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477