EM í svimjing: Bartal føroysk met

EM í svimjing: Bartal føroysk met
Bartal E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil til EM, sum er í Beograd. Róland Toftum átti gamla metið.
Bartal E. Eidesgaard hevur svomið væl í EM í Beograd, sum er um vikuskiftið
Mynd: svimjing.com  
 
23.06.2024 - 13:00

Bartal E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svam seg til nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing til EM, sum er í Beograd í Serbia.

Tíðin hjá honum var 29,27 sekund. Róland Toftum átti gamla metið á 29,36 frá Reykjavík International í januar 2023.

21 ára gamli svimjarin úr Havn hevur eisini sett nøkur persónlig met í Beograd, millum annað í 50 metra frísvimjing á langgeil við tíðini 23,85 og í 100 metra frísvimjing á langgeil við tíðini 52,32.

Elisabeth Erlendsdóttir svimur eisini í kappingini, sum endar í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519