Ungarn og Sveis renna aftaná Týsklandi

Ungarn og Sveis renna aftaná Týsklandi
Ungarn og Sveis bresta saman í fyrsta EM-dystinum í dag, og setningurin er at koma ájavnt við Týskland í bólki A. Seinni fer bólkur B av bakkastokki
Viðhaldsfólk hjá Sveis hava gjørt seg út til dystin ímóti Ungarn.
Mynd: Thilo Schmuelgen/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.06.2024 - 13:11

Í gjár vann Týskland stórt á Skotlandi og legði seg á odda í bólki A. Í dag fara Ungarn og Sveis at gera sítt ítasta fyri at fylgja týskarum.

Tey bæði londini hittast í fyrsta dystinum í dag klokkan 14:00. Ungarn vann sín undankappingarbólk framman fyri millum annað Serbia, meðan Sveis endaði nummar tvey í sínum bólki aftan fyri Rumenia.

Seinni fer bólkur B av bakkastokki.

Tvey av londunum, sum hava verið frammarlaga síðstu 15 árini, Spania og Kroatia, bresta saman klokkan 17:00, meðan Italia sparkar sína verju av EM-heitinum í gongd klokkan 20:00 ímóti Albania, sum er við í EM-endaspælinum fyri bert aðru ferð.

Kringvarpið sendir dystin millum Italia og Albania.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juli
Morgunlestur leygardagur 20. juli 2024
177838
Fríggjadag 19. juli
Morgunlestur fríggjadagur 19. juli 2024
177837
Hósdag 18. juli
RagnarRokk 18.juli 2024
176485
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016