Oddaliðini marsjera víðari

Oddaliðini marsjera víðari
Bæði Víkingur og HB vunnu tryggar sigrar í dag, meðan Magne Hoseth bert fekk eitt stig ímóti B68 í sínum fyrsta dysti fyri B36
Áki Samuelsen skeyt hattrikk í 4-1 sigri hjá HB á 07 Vestur.
Mynd: Leit  
 
15.06.2024 - 22:12

Oddaliðini í Betrideildini við monnum, Víkingur og HB, vunnu bæði tryggar sigrar í dag.

Víkingur vitjaði á Skála, har dysturin endaði 4-0 til útiliðið. Jørgen Nielsen, Arnbjørg Svensson og Poul Kallsberg skoraðu eitt í part, meðan fjórða málið var sjálvmál.

Á Dungasandi, har 07 Vestur tók ímóti HB, var Áki Samuelsen stóri maðurin. Hann skeyt hattrikk, áðrenn Mads Christiansen minkaði um munin til 3-1 fyri heimaliðið.

Tíðliga í seinna hálvleiki økti Jacob Johansen til 4-1 við síðsta málinum í dystinum.

 

Hoseth fekk bert eitt stig

Fyrrverandi KÍ-venjarin, stóð á odda fyri B36 fyri fyrstu ferð, men hann fekk onga dreymabyrjan í Gundadali, har B68 vitjaði.

Gamaní, Hannes Agnarsson legði heimaliðið framum í 57. minutti, men fyrrverandi B36-framherjin, Brian Jakobsen, javnaði til 1-1 tríggjar minuttir seinni, og botnliðið fekk eitt kærkomið stig við sær ígjøgnum tunnilin.

Sunnudagin eru tveir dystir klokkan 15.00. Við Margáir tekur EB/Streymur ímóti KÍ, sum má vinna dystin, um FM-vónin framvegis skal liva bara nøkulunda, meðan ÍF tekur ímóti NSÍ í Fløtugerði í Fuglafirði.

Kringvarpið sigur frá dystinum millum EB/Streym og KÍ í útvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juli
Morgunlestur leygardagur 20. juli 2024
177838
Fríggjadag 19. juli
Morgunlestur fríggjadagur 19. juli 2024
177837
Hósdag 18. juli
RagnarRokk 18.juli 2024
176485
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016