Tvær føroyskar stjørnur hittast á summarhitti

Tvær føroyskar stjørnur hittast á summarhitti
"Setandi sól" kallast nýtt og dansivinarligt summarhitt hjá Heiðriki á Heygum og Guðrið Hansdóttir, sum nú fyrstu ferð geva tónleik út saman
Guðrið Hansdóttir og Heiðrikur á Heygum
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré  
 
12.06.2024 - 00:25

Guðrið Hansdóttir og Heiðrikur á Heygum eru tvey av okkara fremstu tónlistafólkum. 

Men hóast Guðrið og Heiðrikur hava samstarvað í 20 ár í ymiskum samanhangum, eitt nú um myndlist og sjónbandaløg, so er sangurin "Setandi sól" fyrstu ferð nakrantíð, at tey bæði geva ein sang út saman. 

Tú kanst sostatt siga, at tvær stjørnur loksins hittast á "Setandi sól". 

 

Dansivinarligt summarhitt

”Setandi sól” er ein dansivinarligur summarsangur, ið snýr seg um eitt par, sum hevur avgjørt at leggja allar teirra trupulleikar og sorgir aftan fyri seg og byrja av nýggjum, tá sólin rísur.

Heiðrikur á Heygum og Guðrið Hansdóttir hava skrivað orð og lag. Upptøkurnar eru gjørdar í Hoydølum av Heðini Ziska Davidsen og Per I. Højgaard Petersen, ið eisini hava framleitt.

Eingin tónleikur frá Heiðriki á Heygum uttan eitt sjónbandalag, ið hann sjálvur hevur leikstjórað og framleitt, og sum Gweneal Helmsdal Carré hevur filmað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948