Silvurdrongur gevur nýggja plátu út á G!-festivalinum

Silvurdrongur gevur nýggja plátu út á G!-festivalinum
Konsertin, ið Silvurdrongur fer at spæla á G!-festivalinum í ár, verður eisini ein útgávukonsert, tí Trygvi Danielsen er klárur við nýggjari plátu, "nú æt eg eftir ánni"
Trygvi Danielsen, ið er Silvurdrongur, við nýggju plátuni "nú æt eg eftir ánni", sum kemur út á G! festivalinum 19. juli
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.06.2024 - 17:00

Hvat er hetta fyri ein pláta? 

"Um vikuskiftið hava vit útgivið tvey stakløg afturat teimum fýra, sum komu út í mai og apríl. Tey eru øll partur av komandi plátuni "nú æt eg eftir ánni", sum verður útgivin á G! festivalinum, har Silvurdrongur hevur útgávukonsert. Tað er ein pláta við 13 løgum, sum Eyðfinn B. Lamhauge hevur framleitt við mær undir liðini. Karl Andrias Stórá hevur framleitt eitt lag á útgávuni, sum faktist verður útgivið í dag: Mánadrongur."

 

Hvussu vilt tú lýsa tónleikin á plátuni?

"Tónleikurin er øgiliga fjølbroyttur og rættiliga eksperimenterandi. Hann ferðast víða og umskapar seg millum ágrýtið hipphopp til atmosferiskar ljóðflatur til popp til esoteriskan klubbtónleik og alt møguligt annað. Ein ummælari frá The Other Side Reviews skrivaði í síðstu viku, at "Silvurdrongur er ein pionerur í einum ljóði, sum júst er uppfunnið." Tann lýsingin gjørdi meg glaðan, tí eg og Eyðfinn (Bogason Lamhauge) vóru rættiliga ambisiøsir í leitanini eftir einum víðgongdum ljóði, sum ikki líktist nøkrum, vit høvdu hoyrt fyrr. Vit samansjóða obskur sampl við villar synthar og litrík trummumynstur í royndini at skapa instrumentalar, sum fanga oyrað í reinum forvitni."

 

Eru nøkur temu á plátuni?

"Eitt afturvendandi ljóðtema á plátuni eru látini hjá útdeyðum fuglasløgum. Tað samspælir væl við lyrisk temu um undirgang og endurføðing, sum eru gjøgnumgangandi á plátuni. Hóast løgini eru so ymisk, havi eg hug at pástanda, at heildarútgávan riggar væl sum ein ferð - næstan sum eitt ævintýr. Lurtarin verður leiddur fram við Havnará í plantasjuni og hittir litríkar, vandamiklar og gávumildar verur, ið allar hava okkurt upp á hjarta, sum í síðsta enda er partur av tí stóru heildini, sum tilveran er." 

"Tónleikurin er øgiliga fjølbroyttur og rættiliga eksperimenterandi. Hann ferðast víða og umskapar seg millum ágrýtið hipphopp til atmosferiskar ljóðflatur til popp til esoteriskan klubbtónleik og alt møguligt annað."

Trygvi Danielsen, ið eisini er kendur sum Silvurdrongur

 

Um Silvurdrong 
Silvurdrongur ber eisini kristna navnið Trygvi Danielsen. Hann er eitt fjøllistafólk við nógvum jørnum í eldinum: Bæði tónlist, ritlist og filmslist.  
Silvurdrongur debuteraði í 2018 við útgávuni "Silvurpláta", sum varð útgivin saman við yrkingasavninum Silvurbók og stuttfilminum 111 góðir dagar.
Hetta fjølverk hevði fleiri virðislønir við sær: Ein FMA fyri ársins nýggja navn, ein Geyta fyri ársins besta film og eina Ebbu fyri ritverkið. 
Tónleikurin hjá Silvurdrongi er fjølbroyttur og samantvinnar sjangrur í samansetingar, sum eru heilt serskiltar og egnar.  

 

Stakløgini hjá Silvurdronginum kunnu hoyrast her: 
https://bfan.link/apudrongur-manadrongur

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juli
Morgunlestur leygardagur 20. juli 2024
177838
Fríggjadag 19. juli
Morgunlestur fríggjadagur 19. juli 2024
177837
Hósdag 18. juli
RagnarRokk 18.juli 2024
176485
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016