Sleppa at sigla við ferðafólkum - ikki við farmi

bannari
Sleppa at sigla við ferðafólkum - ikki við farmi
Nakrar bygdaleiðir koyra
Sleppur at sigla við ferðafólki.
 
14.05.2024 - 06:27

Strandfaraskip landsins hava fingið undantaksloyvi, nú verkfall er, at flyta ferðafólk við ferjunum.

Strandferðslan fær ítøkiliga undantaksloyvi til at loysa og binda skipini, hava vaktarhald um náttina, vaska umborð og bunkra olju.

Við hesum undantaksloyvum fer Strandferðslan tí at røkja siglingina á oyggjaleiðunum eftir vanligu ferðaætlanunum. 

Undantaksloyvi er ikki givið til farmaflutning.

Farmastøðirnar hjá Strandferðsluni avgreiða tí ikki farm, meðan verkfall er.

Verkfallið umfatar Bygdaleiðir.

Men á heimasiðuni hjá Strandfaraskipum landsins sæst, at nógvir bussar koyra kortini.

Á ssl.fo sæst, hvørjar bygdaleiðir koyra og hvørjar ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458