Jamie Grey: "Bara ein vanligur verkamannadrongur við einum stórum dreymi"

Jamie Grey: "Bara ein vanligur verkamannadrongur við einum stórum dreymi"
"Eg eri blómaður seint, og tað er eisini tí, at eg havi valt at kallað mína debutplátu 'Late Bloomer'," ásannar hin reinlynti Jamie Grey, sum verður at hoyra á G! í summar
Mynd: Pressumynd  
 
13.05.2024 - 21:00

G! festivalurin heldur seg hava fangað eina poppstjørnu í føðingini.

Stjørnan er ensk og eitur Jamie Grey, og hann verður at hoyra á G! festivalinum í summar. 

Talan er um eitt enn rættiliga óskrivað blað, ið kemur til Føroya at framføra á G! festivalinum, hóast Jamie Grey er í tríatiárunum. 

"Eg eri blómaður seint (late bloomer), og tað er eisini tí, at eg havi valt at kallað mína debutplátu 'Late Bloomer'. Tað hevur tikið mær langa tíð at finna mína egnu rødd og upparbeiða nóg nógv sjálvsálit til at tora at koma fram við mínum tónleiki," ásannaði ein sera reinlyntur Jamie Grey í samrøðu í sendingini LEITISSTEIN, har Høgni Lisberg, G!-tónleikastjóri, var gestur.

 

Helt tað vera flovisligt at syngja

Jamie Grey greiddi í sendingini frá, at hann er uppvaksin í einum lítlum og eitt sindur harðrendum enskum býi, ið er øgiliga manslyntur. 

"Menninir sparka bólt ella spæla rugby, og tí hevði eg bilt mær sjálvum inn, at tað at syngja og framføra tónleik var eitt sindur flovisligt, sum í grundini var rættiliga býtt av mær. Tað hevur ávirkað mína menning sum tónlistafólk og sangari, so tískil hevur tað tikið mær so langa tíð at koma hertil, sum eg eri í dag."

Jamie Grey er komin har til, at debutplátan er á trappuni. Hon kemur út 19. mai.

Hóast hann enn ikki hevur givið nakra plátu út, so eru sangirnir hjá Jamie Grey longu spældir yvir 50 milliónir ferðir á stroymingtænastuni Spotify

Nýggjasta singlan eitur "Here Now". 

 

Sangirnir eru sum ein dagbók

Tónleikurin hjá Jamie Grey er singer/songwriter-tónleikur, á leið sum vit kenna hann frá øðrum kendum bretskum sangarum og sangskrivarum, eitt nú Lewis Capaldi, ið einaferð var bókaður til G!, men avlýsti, James Arthur og Ed Sheeran. 

"Tá eg verið biðin um at lýsa mín tónleik, so plagi eg at siga, at eg vóni, at mín tónleikur siga tær alt, ið tú hevur tørv á at vita um meg. Í grundini eru sangirnir hjá mær sum ein dagbók, tí teir snúgva seg um tað, ið eg havi upplivað á míni lívsleið. Eg havi sjálvur brúkt langa tíð upp á at skilja, hvør eg eri sum tónlistamaður, og hvat tað er, ið eg havi at bjóða fólki. Eg eri bara ein vanligur arbeiðaraklassadrongur frá einum lítlum strandarbýi í landnyrðingspartinum av Onglandi. Eg billi mær sjálvum inn, at eg skrivi sangir, ið altíð eru trúgvir móti mær sjálvum, og tað, ið eg havi upplivað á mínari lívsleið. Eg royni at venda vrangan út á øllum sangum, ið eg gevi út," greiðir Jamie Grey frá. 

Hoyr samrøðuna við Jamie Grey frá sendingini LEITISSTEIN her.

 

Jamie_Grey_samroda_i_Leitisstein_7_mai_2024

 

 

Hvat: G! festivalurin
Hvar: í Syðrugøtu
Nær: 18. - 20. juli
Nøvn: Highasakite (NO), Of Moster and Men (IS), Eivør (FO), Omar Souleyman (SY), Teitur (FO), Spectors (DK), Hamferð (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Jógvan (FO), Agat (IL), Nelly Moar (NO), Sound of the Damned (GL), Das Body (NO) Plúmm (FO) GRÓA (IS), Swangah (FO). 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477