HB skeyt seg upp undir liðina á Víkingi

HB skeyt seg upp undir liðina á Víkingi
Við 3-0 sigri á Skála undir Mýruhjalla skeyt HB seg upp undir liðina á Víkingi fremst í Betrideildini. Aðrastaðni vann B36 á EB/Streymi við máli frá Gutta Dahl-Olsen
Áki D. Samuelsen var millum málskjúttarnar í 3-0 sigrinum hjá HB á Skála
Mynd: Leit  
 
13.05.2024 - 20:37

Eivind Restorff Mouritsen, Mikkel Dahl og Áki D. Samuelsen skutu málini í tryggum sigri á Skála, sum sendi HB upp undir liðina á Víkingi fremst í Betrideildini.

HB hevur nú 24 stig. Eins nógv og Víkingur, sum tapti fyri KÍ við Djúpumýru sunnudagin. Klaksvíkingar eru nummar trý við 21 stigum.

 

Gutti skoraði ímóti barndómsfelagnum

Gutti Dahl-Olsen skoraði ímóti sínum gamla felagi, tá B36 vann fyri fyrstu ferð í landskappingini síðan 3. umfar hin 1. apríl.

Framherjin legði B36 framum, longu tá 13. minuttir vóru spældir, og einki mál afturat kom á Ovara vølli í Gundadali.

 

NSÍ gjørdi skjótt av

Búi Egilson skoraði tvær ferðir fyrstu 10 minuttirnar, og so sá svart út hjá 07 Vestri við Løkin í Runavík. Steffan A. Løkin legði eitt afturat, áðrenn Filip Brattbakk minkaði um munin til 3-1 beint fyri steðgin.

Í seinna hálvleiki skoraði fyrrverandi 07-maðurin Jasper Van Der Heyden til 4-1.

Í morgin er botngýsari á Toftum, har B68 tekur ímóti ÍF. Liðini hava bert eitt stig í part undan dystinum, sum onkursvegna er síðsta útkall hjá báðum tveimum. Dysturin byrjar klokkan 18.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. juni
Veðrið
176960
Mánadag 17. juni
3-2 (18. juni 2024)
176895