John Mayer: Teitur er ein stór fyrimynd

John Mayer: Teitur er ein stór fyrimynd
Teitur Lassen hevur havt eitt lívlangt árin á heimskenda amerikanska tónlistamannin, John Mayer. Tað greiðir Mayer frá í poddvarpinum "Life With John Mayer"
 
07.05.2024 - 12:30

Teitur Lassen er kanska ikki ein heimsstjørna, tá vit tosa um, hvussu nógvar fløgur ella plátur, hann hevur selt. 

Men nógvir føroyingar geva sær ikki fær um, at Teitur er ein heimsstjørna, um tú tosar við fólk á altjóða tónleikapallinum. Har kenna tey flestu Teit, og Teitur kennir eisini tey flestu.  

Heimskendi John Mayer hevur nú eisini fagnað Teiti í sínum podvarpi "Life With John Mayer", har hann tosar um sangir, sum hava verið honum til íblástur.

 

Stóra gleði av at møta Teiti

John Mayer er ikki pírin við rósunum, tá hann umrøður Teit Lassen. 

"Eitt tað tónlistafólkið, ið eg havi havt størst gleði av at møta á mínari yrkisleið, er Teitur. Hann hevur eina plátu, ið eitur "Poetry & Aeroplanes", sum var mær til stóran íblástur, tí hon fekk meg at miða eftir at gera góðar plátur. Og hann (Teitur) hevði gjørt eina øgiliga góða plátu."

Í poddvarpinum spælir John Mayer sangin "The One And Only" av "Poetry & Aeroplanes". 

"Eg kundi havt valt nógvar sangir av plátuni, "Sleeping With The Lights On" er góður, men eg havi valt "The One and Only", ið inniheldur eitt av mínum yndistekstbrotum: So you wanna be my friend, so you wanna be my lover. With you I do confess I can't be one without the other."

 

 

Teitur var á konsertferð saman við John Mayer í 2003, tá hann hitaði upp fyri amerikonsku stjørnuna í sambandi við útgávuna av "Poetry & Aeroplanes". 

Teitur hevur ein fitta mynd frá tí tíðini á sínum Facebook-vanga. Í sambandi við myndina skrivar Teitur, at:

"Hinaferð eg lærdi John Mayer at spæla á mínum indiska stovuorguli, men hann valdi at halda seg til spæla gittar. Aftan fyri ein pall onkustaðni í USA í 2003 "

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. juni
Veðrið
176960
Mánadag 17. juni
3-2 (18. juni 2024)
176895