Mótmæla vindmyllulund vestan fyri Sandsbygd

Mótmæla vindmyllulund vestan fyri Sandsbygd
Ætlanin er seta fimm vindmyllulundir upp næstu árini, og tvær skulu vera í Sandoynni
Ætlanin er at seta tvær vindmyllulundir upp í Sandoynni. (Savnsmynd)
 
30.04.2024 - 18:00

Fýra heimasandsmenn mótmæla ætlanini hjá SEV um vindmyllulund vestan fyri Sandsbygd, har ríkt djóralív er.

SEV ætlar, at næstu fimm árini skulu ikki færri enn fimm vindmyllulundir setast upp um landið.

Ein skal vera í Suðuroynni, ein oman fyri Kvívík á Streymoynni og ein á Glyvrafjalli í Eysturoynni, og so er ætlanin at seta tvær vindmyllulundir upp í Sandoynni.

 

Róin Clementsen. (Mynd av Facebook-vanga)

 

Ætlanin um at seta tvær lundir upp í Sandoynni, harav onnur skal vera vestan fyri Sandsbygd, hevur fingið fýra heimasandsmenn at mótmæla.

Teir eru Róin Clementsen, Jóannes í Miðstovuni, Hallur Jensen og Jóan Petur Clementsen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30042024_Roin_Clementsen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. juni
Veðrið
176960
Mánadag 17. juni
3-2 (18. juni 2024)
176895