Gówa vann Sement 2024

Gówa vann Sement 2024
Tað gjørdist progressivi fusiónsbólkur Gówa, við Onnu Sofíu Skoradal á odda, ið vann Sement 2024
Bólkurin Gówa við Onnu Sofíu Skoradal á odda
 
28.04.2024 - 09:41

“Dómararnir hildu als ikki, at tað var trupult at velja vinnararnar,” staðfesti eygagóði Sement-verturin, Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, tá hon seint leygarkvøldið skuldi kunngera vinnararnar av Sement 2024.

Tað gjørdist bólkurin Gówa, við Onnu Sofíu Skoradal á odda, ið vann Sement í ár. Gówa á baki komu Ragnar Finsson á øðrum plássi, meðan Ása Helena Brynjardóttir bleiv nummar trý. 

Hini, ið høvdu spælt seg í finaluna, vóru Ókendir, Jákup Eli og Ester Skála, 

Dómararnir hildu, at Gówa var "ein samlaður pakki" og tískil hevði uppiborið sigurin. Við sigrinum fylgir tíð í upptøkuhøli. 

 

Ása tók øll á bóli

Eitt er, hvat vit í Føroyum billa okkum inn er gott, og harvið skapa stórt hype rundaum. Nakað annað er, hvussu útlendingar hoyra føroyskan tónleik. Gløgt er gestsins oyra, kanst tú siga. 

Ein av vinningunum í ár var at sleppa at spæla á viðurkenda danska bransjufestivalinum Spot, har eitt nú Teitur Lassen varð uppdagaður í síni tíð. Heldur óvæntað, so valdu fólkini frá Spot festivalinum at geva Ásu Helenu Brynjardóttir, ið er eitt rættiliga óskrivað blað á føroyska tónleikapallinum, plássið á skránni til Spot festivalin í Aarhus um eina viku. 

G! festivalurin fór eisini uttan um vinnaran, tá festivalurin valdi at geva Ragnari Finssyni eitt pláss á G! plakatini í summar. 

 

Sement finalan kann síggjast á KVF Sjón

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. juni
Veðrið
176960
Mánadag 17. juni
3-2 (18. juni 2024)
176895