26 fólk ruddaðu eitt hálvt tons av ruski í Kaldbaksbotni um vikuskiftið

26 fólk ruddaðu eitt hálvt tons av ruski í Kaldbaksbotni um vikuskiftið
503 kilo av ruski varð tikið upp og burturbeint í Kaldbaksbotni av fólkum frá donsku fyritøkuni Emendo Consulting Group
Mynd: Rudda Føroyar á Facebook  
 
22.04.2024 - 10:26

Hálvt tons av ruski var ruddað í Kaldbaksbotni um vikuskiftið. 

Tað boðar Rudda Føroyar frá á sínum facebook-vanga.

26 fólk vóru við í ruddingararbeiðinum. 

 

Ruddingin í Kaldbaksbotni var gjørt í samstarvi við ferðaskrivstovuna GreenGate Incomming og donsku fyritøkuna Emendo Consulting Group, sum hevði sett seg í samband við Greengate, um at sleppa at rudda eitt øki í Føroyum. 

Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, samskiparin hjá Rudda Føroyar, fegnast um, at ferðavinnan kemur inn á hetta økið.

"Tað er eitt rák, har ferðafólk ynskja at gera okkurt gott fyri staðið, ið tey vitja, so tað er kærkomið," sigur samskiparin. 

 

Annika_Arnsteinsdottir_Nielsen_Rudda_Foroyar_21042024

 

Næsta ruddingin verður 24. mai, og hon verður í samstarvi við Tórshavnar kommunu.

Tú kanst lesa meira á heimasíðuni hjá Rudda Føroyar, ruddaforoyar.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. juni
Veðrið
176960
Mánadag 17. juni
3-2 (18. juni 2024)
176895