Jákup Eli og Ókendir komu í Sement-finaluna

Jákup Eli og Ókendir komu í Sement-finaluna
Tvær so ymiskar tónlistarligar støddir sum ein singer/songwrite'ari og eitt hipp hopp-kollektiv tryggjaðu sær í gjárkvøldið pláss í Sement-finaluni 27. apríl
Á odda fyri Ókendir gongur tann kendi hipp hopp'arin og rapparin Marius DC
 
14.04.2024 - 09:23

Fyrra av tveimum undanumførum - tú kanst eisini kalla tað hálvfinalir - í Sement-tónleikakappingini var í Reinsarínum í Havn í gjárkvøldið. 

Fýra tónleikanøvn luttóku: Ókendir, Viðarr, Jákup Eli og Ingmar. 

Attika skuldi eisini luttaka, men mátti geva avboð. 

Tá avtornaði, so sendu dómararnir sangaran og sangskrivaran Jákup Eli og nýggja hipp hopp-bólkin Ókendir í Sement-finaluna, sum verður um tvær vikur. 

Dómararnir til Sement 2024 eru: Dania O. Tausen, Mathias Kapnas, Sunneva Háberg Eysturstein, Eiler Sørensen og Allan Tausen.

 

Ókendir eru eisini kendir

Bólkurin Ókendir er nýggjasta skotið á føroysku hipp hopp-stammuni. Talan er í grundini um eitt hipp hopp-kollektiv.

Í merkingini kollektiv liggur týdningurin, at talan er um rapparar og hipp hopp'arar, ið ikki vanliga spæla saman, men hava funnið saman í hesa nýggju samanseting. 

Ókendir-kollektivið er mannað við bæði kendum og ókendum hipp hopp'arum, tí á odda fyri Ókendir ganga Marius DC, ið vann Sement í 2022, og Jónas Langgaard, sum vanliga framførir undir navninum nönne. Hinir í kollektivinum eru meira ókendir, og eru teir Regin Tausen, Brandur Matras, Teitur Tausen, Jákup Tórgarð, Gunnar Svartá og Djóni Nolsøe Fischer. 

Um Ókendir segði dómsnevndin, at teir tóku pallin, sum tað eitur á tónleikamálið. Framførslan var undirspæld og organisk, og instrumentala grundin var stýtt hjá teimum fýra vokalistunum at úttrykkja seg á. Og so var tað ein farri av boyband-sjangruni yvir úttrykkinum hjá Ókendum, og tað dámdi dómarunum eisini væl. 

 

Tað er bara ein Jákup Eli

Sangari og sangskrivarin Jákup Eli er maðurin aftanfyri superhittið "Vanja", sum er einasti sangur, ið hevur vunnið heiðurin "Ársins sangur" tvær ferðir. 

Tað er bara ein Jákup Eli, og hansara tónleikur er ófiltreraður. Tað verður ikki tikið atlit til, hvat er politiskt rætt at siga ella syngja um. Og tonleikurin hjá Jákup Eli fylgir ikki nøkrum rákum. Jákup Eli skrivar erligar, stuttligar og fangandi sangir, ið kom beint frá hjartanum. 

Um framførsluna hjá Jákup Eli søgdu dómararnir, at listarligt úttrykkið var egið, tekstirnir vóru góðir og spennandi, og so var úttrykkið rættiliga punk. 

 

Annað umfar um eina viku

Annað undanumfar av Sement verður um eina viku. Bólkarnir, sum spæla, eru:

  • Ester Skála
  • Volapuck
  • Ragnar Finsson
  • gówa
  • Ása Brynjardóttir

 

Undanfarnir vinnarar av Sement

2023: Aggrasoppar 
2022: Marius DC 
2021: Joe & The Shitboys 
2020: Tamara 
2019: Reality Bites 
2018: Fróði Bjarnason 
2017: Jasmin 
2016: Blusette 
2015: Konni Kass 
2014: Lyon and The Color Storm 
2013: The Absent Silver King 
2012: Sleepless Ghosts 
2011: Guðrun & Bartal 
2010: Hamferð 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. juni
Veðrið
176960
Mánadag 17. juni
3-2 (18. juni 2024)
176895