HB og Víkingur stóru vinnararnir

HB og Víkingur stóru vinnararnir
Bartal Wardum tryggjaði HB sigurin á KÍ í evstu løtu, meðan Víkingur gjørdi sína skyldu við teprum sigri á Skála. Samstundis tapti B36 fyri NSÍ í Runavík
Bartal Wardum skeyt einasta málið í dystinum ímóti KÍ
Mynd: Havnar Bóltfelag  
 
14.04.2024 - 21:03

Bartal Wardum tryggjaði HB sigurin á KÍ í stórdystinum í Gundadali í dag, og Adolfo Sormani og hansara menn liggja nú á 2. plássi í Betrideildini.

Samstundis gjørdi Víkingur sína skyldu í heimadystinum ímóti Skála, og teir ljósabláu hava framvegis fult stigatal. Hesi bæði liðini vóru stóru vinnararnir í 5. umfari saman við NSÍ, meðan B36 og KÍ mistu týðandi stig í oddastríðnum.

 

Bartal avgjørdi javnan dyst

Klassikarin kom til lívs eftir steðgin, og bæði liðini høvdu málkjansir. Páll Klettskarð átti at havt skorað minst eitt mál, meðan heimaliðið eisini var nær við.

Málið kom kortini ikki fyrrenn í síðsta minutti. Horna varð sent innfyri úr vinstru, og tá bólturin brádliga datt niður fyri føturnar á Bartali Wardum, var verjuspælarin eirindaleysur.

Eins og í stórsteypadystinum var Adolfo Sormani omaná ímóti KÍ, og HB er nú á 2. plássi við 12 stigum. KÍ, hinvegin, hevur framvegis 9 stig, og seks stig eru upp til fyrstaplássið.

 

Víkingur tepran sigur á Skála í Sarpugerði

Víkingur var størsti favoritturin í 5. umfari, tá Skála vitjaði í Sarpugerði, men heimaliðið mátti bíða leingi eftir málunum í einum dysti, sum livdi til seinasta bríksl.

Poul Kallsberg skoraði ímóti sínum gamla felagi og legði Víking framum, tá 11 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, og tá Géza David Turi økti til 2-0 løtu seinni, sá út til, at dysturin var avgjørdur.

Skála vildi kortini ikki geva skarvin yvir, og tá Kristian Martin Jacobsen minkaði um munin í 83. minutti var spenningur í. Skála hevði onkran kjans síðstu løtuna, men Víkingur helt fast og hevur framvegis fult stigatal.

 

B36 tapti og EB/Streymur vann

Klæmint Andrasson Olsen skeyt sítt fyrsta mál í landskappingini og tryggjaði samstundis NSÍ sigurin á B36, sum eins og KÍ misti eitt týðandi fet í oddastríðnum.

Málið kom, tá 57 minuttir vóru spældir, og tað var Jasper Van Der Heyden, sum legði upp. Stutt eftir fekk Símun Sólheim reyða kortið fyri neyðbremsu, og heimaliðið vann seg upp á 9 stig.

Við Margáir fekk ÍF tvey reyð kort beint fyri steðgin, tá tað annars var málleyst, og tað gjørdi EB/Streymur sær dælt av eftir steðgin, tá Virgar Jónsson (2), Jens Erik Bruhn, Hannus Esmarsson Eiðisgarð og Filip Djordjevic allir komu á máltalvuna.

Í morgin tekur B68 ímóti 07 Vestur á Svangaskarði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juli
Morgunlestur leygardagur 20. juli 2024
177838
Fríggjadag 19. juli
Morgunlestur fríggjadagur 19. juli 2024
177837
Hósdag 18. juli
RagnarRokk 18.juli 2024
176485
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016