Føroyar eru í niðasta styrkisbólki

bannari
Føroyar eru í niðasta styrkisbólki
Føroysku hondbóltskvinnurnar eru í niðasta styrkisbólkinum, tá EM-lutakastið verður í Wien 18. apríl
Á flog: Jana Mittún og liðfelagarnir eru í niðasta styrkisbólki til EM-lutakastið
 
08.04.2024 - 18:30

Tá lutakast verður um EM-endaspælið í hondbólti við kvinnum, verða Føroyar við fyri fyrstu ferð.

Tað var greitt eftir tapið fyri Íslandi í Hafnarfirði sunnudagin, har føroyingar kortini tryggjaðu sær seinasta EM-plássið 10 mál frammanfyri Grikkaland.

Lutakastið verður í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien, 18. apríl, og Føroyar verða í fjórða og niðasta styrkisbólki. Hetta merkir, at føroysku kvinnurnar skulu spæla ímóti londum úr styrkisbólki 1, 2 og 3.

 


Føroyar eru í 4. styrkisbólki saman við Kekkia, Ukraina, Turkalandi, Portugal og Slovakia.

 

24 lond kappast í endaspælinum, sum verður í Eysturríki, Sveis og Ungarn frá 28. november til 15. desember í ár.

Teir fýra vertsbýirnir eru Debrecen, Basel, Innsbruck og Wien, har finaluumfarið verður spælt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512