Flogbóltur: Finalistarnir skulu finnast

Flogbóltur: Finalistarnir skulu finnast
Leygardagin skulu finalistarnir í steypakappingin í flogbólti finnast. Allar hálvfinalurnar verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík
Hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti verður leygardagin
 
09.02.2024 - 14:31

Leygardagin verður hálvfinaludagurin í steypakappingini í flogbólti í Klaksvík.

Longu undan dystunum hjá kvinnum er greitt, at finalistarnir ikki verða teir somu sum í fjør. SÍ og Fleyr hittast nevniliga í aðrari hálfinaluni. Í hinari hálvfinaluni spælir Mjølnir ímóti oddaliðnum í landskappingini, Drátti, sum bert hevur tapt ein dyst í ár.

 

Mjølnir stórfavorittur

Hjá monnum er Mjølnir stórfavorittur í hálvfinaluni ímóti Fleyr. Klaksvíkingar eru suverent oddalið í landskappingini, og fyri kortum vann Mjølnir tryggan 3-0 sigur á júst Fleyr. 

Hin hálvfinalan ímillum SÍ og ÍF sær munandi javnari út á pappírinum. Vukasin Nedeljkovic spælir aftur fyri ÍF, og liðini hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst higartil hetta kappingarárið.

 

Hálvfinalurnar í Bónus-kappingini

Kl. 13:00 Dráttur – Mjølnir, kvinnur 
Kl. 15:00 SÍ – ÍF, menn
Kl. 17:00 SÍ – Fleyr, kvinnur 
Kl. 19:00 Mjølnir – Fleyr, menn

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV