Fimleikarar kappast um steyp

Fimleikarar kappast um steyp
Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki verður í høllini á Hálsi í Havn í dag.
Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki er í dag
 
28.01.2023 - 12:17

20 lið við tilsamans 178 fimleikarum í fimm aldursbólkum eru meldað til kappingina, sum byrjar klokkan 13.

Feløgini, sum kappast, eru Havnar Fimleikafelag, Ljósið, Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Fyrst at kappast eru pinkur, síðani koma smágentur, gentur, kvinnuunglingar og at enda kvinnur.

Eingin steðgur verður millum kappingarnar í ymsu aldursbólkunum og væntandi er alt liðugt umleið klokkan 16.

Sjónvarpið sendir beinleiðis frá kappingini, og byrjar sendingin klokkan 12.55.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458