Vár setti nýtt føroyskt met

Vár setti nýtt føroyskt met
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag hevur svomið seg til eitt nýtt føroyskt met í 100 metra frísvimjing í HM á stuttgeil í Melbourne
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Jón Bjarnason til HM á stuttgeil í Melbourne
Mynd: svimjing.com  
 
14.12.2022 - 13:38

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag hevur sett nýtt føroyskt met í 100 metra frísvimjing.

Í innleiðandi riðlunum svam hon teinin upp á 56,21 sekund. 

Tað gjørdi hon í Melbourne, har hon er einasti føroyski svimjarin til heimsmeistaraheitini í stuttgeil.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard átti sjálv gamla metið upp á 56.48 sekund, sum hon setti á Oyggjaleikunum á Gibraltar í 2019.


Komin fyri seg aftur

21 ára gamli svimjarin hevur havt nøkur trupul ár. Í fyrsta lagi kom koronufarsóttin, sum órógvaði altjóða svimjikappingar illa.

Síðan hevur hon verið illa darvað av skaða, men nú sær út til, at hon veruliga er við at koma fyri seg aftur.

Í FM á stuttgeil í november setti hon eitt føroyskt met, og nú hevur hon so betra um enn eitt av sínum bestu tíðum.

Um ársskiftið skal Vár Erlingsdóttir Eidesgaard til Miami í Florida, har hon skal lesa og svimja fyri eitt stórt universitet.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815