Det Ferösche Compagnie fekk M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik

Det Ferösche Compagnie fekk M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik varð í 2022 latin leikbólkinum Det Ferösche Compagnie fyri slóðbrótandi leikir síðani 2010
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré  
 
20.10.2022 - 17:30

Leikbólkurin Det Ferösche Compagnie, ið hevur verið virkin síðani 2010, hevur í ár framført leikverkið "Lykkenborg" í Listastovuni í Miðvági. 

"Við støði í søguni um miðvingin Pól Jóhannus Poulsen hevur Det Ferösche Compagnie skapað ein minimalistiskan leik, sum spreingir siðbundnar fatanir av leiklist og megnar at bróta niður allar veggir millum áskoðara og leik."

Soleiðis skrivar dómsnevndin í grundgevingini fyri at lata leikbólkinum Det Ferösche Compagnie virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik í 2022. 

Búi Dam

 

Det Ferösche Compagnie er mannað við sjónleikarunum Kjartani Hansen, Kristina Sørensen Ougaard og Búa Dam (leikastjóri). Tónasmiðinum, framleiðaranum og ljóðsniðgevanum Jens L. Thomsen. Pallsmiðinum Sámal Blak. Og grafikaranum Kristin Helgadóttir. 

Kristina Sørensen Ougaard

Síðani Det Ferösche Compagnie varð stovnaður í 2010, so hevur bólkurin framført seks leikir:

  • En reise udi færø, 2010
  • Rain, 2013
  • Operation Valentine, 2016
  • Hamlet, 2019
  • Operation Valentine - Vinyl, 2021
  • Lykkeborg, 2022
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313