Mira er danmarkarmeistari

Mira er danmarkarmeistari
Um vikuskiftið hevur Team Mira verið í Danmark og kappast um DM í estetiskum fimleiki
 
29.05.2022 - 15:52

Eftir finaluna í dag er greitt, at føroyska liðið hjá Havnar Fimleikafelag vann og er harvið danskur meistari. 

Team Mira lá fremst aftan á undankappingina í gjár, og tí var sera stórur spenningur til finaluna í bólkinum børn 12-14 í dag, sum tað eydnaðist at vinna.

Team Mira hjá Havnar Fimleikafelag vann DM við 32,635 stigum.

Á øðrum plássi var Team Viviant hjá Greve Gymnastik og Trampolin við 32,465 stigum, meðan Team Merida hjá Espergærde IF endaði á triðja plássi við 31,565 stigum.

 

Mynd: Havnar Fimleikafelag

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458