Impartial er alt annað enn uttanveltaður

Impartial er alt annað enn uttanveltaður
SEMENT22: Impartial er nýggja vónin hjá føroyska tungmálmspallinum, og Wacken Metal Battle-vinnarin staðfesti hesa støðu so dyggiliga í Sement-finaluni
Impartial sprongdi kamarnar í Reinsarínum við einari sera sannførandi framførslu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.04.2022 - 22:34

Impartial merkir uttanveltaður. Men tað er einki uttanveltað við føroyska tungmálmsbólkinum Impartial. Bólkurin er gjøgnumsúrgaður tungmálmur úr enda í annan. 

Impartial, sum spælir rættiliga melodiskan tungmálm, vann fyri nøkrum árum síðani kappingina Wacken Metal Battle, og líkt er til, at bólkurin nú hevur tikið stafettina sum oddabólkur á sterka føroyska tungmálmspallin. 

Í Sement-finaluni staðfesti Impartial, at talan er um ein sera væl samanspældan bólk.

Impaltial sprongdi rammurnar í Reinsarínum, tí bæði pallurin og húsið sjálvt tóktist ov lítið at rúma bæði bólkin og tónleikinum hjá honum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365