Størsta føroyska barnasendirøðin nakrantíð

Størsta føroyska barnasendirøðin nakrantíð
Í kvøld verður fyrsti partur av stórslignu barnasendirøðini "Seks spurningar um at vera menniskja" send í sjónvarpinum. Talan er um størstu barnasendirøð nakrantíð
Dánjal Neystabø og Búi Dam
 
11.03.2022 - 15:25

Nýggja barnasendirøðin "Seks spurningar um at vera menniskja" byggir á hugskot hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø.

Sendirøðin snýr seg um teir báðar serskøltarnar Dánjal Kagadingding og Búa Sibbidibbidimdim. Teir búgva í húsunum hjá Tebryggjaranum (Mariann Hansen). Dánjal Kagadingding og Búi Sibbidibbidim hava, hvør sær, sítt at dragast við.

Dánjal Sibbidibbidim er óvanliga vandaligur og verður ofta raktur av tvingsilshugsanum. Búi Sibbidibbidim er harafturímóti óvanliga óvandaligur og hevur trupult við at skipa seg. Aftrat hesum eru teir samdroymarar. Hetta merkir, at um náttina møtast teir í dreymum.

REY03742_REYP_1_Seks_spurningar_um_at_vera_meniskja


Hvør er eg?

Og úr hesum samdreymum spyrjast stórir spurningar, so sum: Hvør eri eg? Ber til at liva í alla tíð? Ber tað til at fanga ljósið?

Hesir stóru spurningar ørkymla Dánjal og Búa, og royna teir, alt teir kunnu, at svara teimum. Hetta elvir tó ofta bara til enn meira ørkymlan.

Men í húsunum hjá Tebryggjaranum fáa teir ta hjálp, teimum tørvar. Tebryggjarin bryggjar teimum eitt serligt tebland (Spælibryggj), sum hjálpir teimum at síggja trupuleikarnar í einum øðrum, meira spælandi, ljósi.

"Seks spurningar um at vera menniskja" er ein sendirøð um vinalag, um at hjálpa hvørjum øðrum tá á stendur, og um máttin í spæli. Og so er tað ein sendirøð við nógvum góðum temunnum.

 

100 prosent føroysk

Búi Dam hevur skrivað handrit og leikstjórnað, og Dánjal á Neystabø hevur skrivað tónleikin og hjálparleikstjórnað.

Røðin hava framleitt sendirøðina í samstarvi við KVF, og er 100 prosent føroyskt framleidd barnasendirøð í seks pørtum.

Í sambandi við at vit nú fara at spyrja "Seks spurningar um at vera menniskja?", hava vit gjørt eina sersíðu til sendingina her á kvf.fo.  

Síðan sæst HER, og fyrsti parturin liggur longu á netinum. 

 


"Seks spurningar um at vera menniskja"
í sjónvarpinum 
fríggjakvøld
kl. 18:30

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852