Landssjúkrahúsið fer niður í ferð

08.12.2021 - 15:46
AktueltHeilsa
Landssjúkrahúsið fer niður í ferð
Smittustøðan ávirkar alt virksemi á sjúkrahúsinum næstu vikuna
Tiltøkini, sum eru sett í verk á Landssjúkrahúsinum, vera galdandi fyribils í eina viku.
 

Smittustøðan á Landssjúkrahúsinum hevur við sær, at sjúkrahúsið setir tiltøk í verk alt fyri eitt.

Nýggja Omikron-frábrigdið er staðfest millum tey stívliga 25 starvsfólkini á á Landssjúkrahúsinum, sum eru smittað seinastu dagarnar. 

Í gjár vóru skurðseingjarstovurnar G4 og A3 lagdar saman, og allar skurðviðgerðir, ið kunnu bíða, vórðu útsettar. Men fleiri inntriv eru neyðug fyri at tálma smittuspjaðingini.

Sjúkrahúsleiðslan hevur saman við depilsleiðslunum gjørt av, at G4 letur aftur fyri nýggjum sjúklingum beinanvegin, uttan so at tað er bráðneyðugt. Tað merkir, at aðrar deildir á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi mugu hjálpa til.

 

Ávirkar alt virksemi á Landssjúkrahúsinum
Alt virksemið verður ávirkað næstu vikuna, fyri at avmarka talið á sjúklingum, sum koma inn á sjúkrahúsið. Millum tiltøkini eru hesi:

• Har tað ber til, verða ambulantar viðtalur skipaðar sum telefonviðtalur. Annars verða tær útsettar
• Avvarðandi skulu ikki koma á deildirnar uttan so, at heilt serligar umstøður tala fyri tí. Tað kann vera, tá støðan hjá sjúklingi er heilt álvarsom. Avtala skal tá gerast við deildina frammanundan
• Eisini føðideildin letur aftur fyri vitjandi. Makin kann koma við til føðing. Barnakonur sleppa ikki at hava onnur við sær til ljósmóðurviðtalu og ultraljóð.
• Røntgendeildin ger bert akuttar kanningar hesa vikuna
• Bert blóðroyndir, sum ikki kunnu bíða, skulu takast í Bláa ambulatoriinum

 

Øll skulu brúka masku fyri nøs og munn
Smittustøðan hevur eisini við sær, at starvsfólkini mugu vísa serligt varsemi. Sjúkrahúsleiðslan hevur saman við smittuverjufrøðinginum gjørt av, at øll starvsfólk skulu vera í masku hesa næstu tíðina, tá ið tey eru saman við øðrum.

Framvegis er galdandi, at øll, sum koma á sjúkrahúsið, skulu vera í masku og kunna vísa á koronupass.

Sjúklingar, sum skulu til skurðviðgerð, skulu hava negativa test, sum ikki er eldri enn 72 tímar.

Nýggju tiltøkini koma í gildi beinanvegin, og eru fyribils galdandi í eina viku, sigur Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. januar
Jambalaja 220122
134439
Leygardag 22. januar
Morgunlestur leygardagur 22.januar 2022
133934
Fríggjadag 21. januar
Nón 21. februar
134420
Fríggjadag 21. januar
Góðan morgun Føroyar 21.01.2022
134393
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. januar
Lyst 47
134249
Hósdag 20. januar
Koks
134369
Mikudag 19. januar
Mentanarvirðisløn Landsins 2021
134328
Mikudag 19. januar
25 minuttir: Olaf Johannessen
134326
Týsdag 18. januar
Vísindavøka: Amanda Vang, Fiskaaling
130883