Tilflytarar í Mono

Tilflytarar í Mono
Spennandi Mono-røðin, har tilflytarar úr seks ymiskum londum siga frá um teirra mentan og velja tónleik úr føðilandinum, kann nú hoyrast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum
 
19.10.2021 - 13:39

Í seks pørtum hevur Sámal Jákup Jakobsen vitjað seks ymiskar tilflytarar, sum búgva í Føroyum, og prátað við teir um teirra mentan og tónleik.

Burturúr eru komnar seks sera áhugaverdar sendingar, sum nú kunnu hoyrast á heimasíðuni hjá Mono á kvf.fo

Niðan fyri eru leinkjur til sendingarnar:

 

Tilflytarar (1:6) - Kili

Vitjað verður hjá Israel Ivan Carrasco Urrutia, sum er úr Kili, men býr í Havn. 

Tilflytarar (2:6) - Madagaskar

Alice Haraldsen úr Madagaskar er gestur í sendingini.

Tilflytarar (3:6) - Barbados

Farið verður á gátt hjá Cory Wiggins, sum er úr Barbados, men í dag býr á Toftum saman við familjuni. 

Tilflytarar (4:6) - Sri Lanka

Vitjað verður hjá Shehan Andrew Wanniya Bandara úr Sri Lanka, men í dag býr í Havn. 

Tilflytarar (5:6) - Nepal

Í hesi sending tosar Sámal Jákup Jakobsen við Sharmilu Khanal úr Nepal.

Tilflytarar (6:6) - Filipsoyggjarnar

Sámal Jákup Jakobsen vitjar Salve Nattestad úr Filipsoyggjunum, sum í dag býr í Miðvági. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978