Voxbotn verður 20. og 21. august

Voxbotn verður 20. og 21. august
Fyriskipararnir av Voxbotn tiltakinum kunngera nú, at tiltakið verður 20. og 21. august, og at tað tískil er tveir dagar, og tað er ikki hent áður
Mynd: Voxbotn á Facebook  
 
03.08.2021 - 13:45

"Endiliga grønt ljós frá myndugleikunum."

Soleiðis skriva fyriskipararnir av Voxbotn í tíðindaskrivi.

Víst verður til, at tilmælið um eitt savningarmark upp á 500 fólk er tikið av. 

Harvið verður Voxbotn fyriskipað, og fyriskipararnir fara 'all in', sum mann sigur. 

"Við hesum verður boðað frá, at Voxbotn 2020 verður hildið fríggjakvøldið 20. august, og Voxbotn 2021 verður hildið leygarkvøldið 21. august."

Voxbotn

Frítekst tagging: 

Harvið verður Voxbotn tveir dagar, og tað er fyrstu ferð, at tað hendir. 

Formliga verður Voxbotn 2020 fríggjakvøldið 20. august, og øll atgongumerkini, sum eru keypt til Voxbotn 2020 eru galdandi fyri fríggjadagin, stendur í tíðindaskrivinum. 

Men um onkur ynskir at fáa peningin endurgoldnan, kann hetta avgreiðast á www.voxbotn.fo áðrenn 9. august.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978