Tríggir føroyingar til EM í amboðsfimleiki

Tríggir føroyingar til EM í amboðsfimleiki
Astrið Nanly Breckmann, Rani Allansson Dalsgarð og Aron Djurhuus Jacobsen skulu við danska landsliðnum í amboðsfimleiki til EM í Sveis í apríl
Astrið Nanly Breckmann skal við danska landsliðnum til EM
Mynd: Føroya Fimleikasamband  
 
16.03.2021 - 17:28

Tríggir av sjey fimleikarum sum skulu umboða danska landsliðið í amboðsfimleiki til EM í Sveis eru føroyingar.

Talan er um Astrið Nanly Breckmann, Rani Allansson Dalsgarð og Aron Djurhuus Jacobsen, sum eru tikin út til kappingina, sum verður í Basel um miðjan apríl.

Astrið Nanly Breckmann og Rani Allansson Dalsgarð umboða Havnar Fimleikafelag, meðan Aron Djurhuus Jacobsen umboðar danska felagið, Gefion.

 - Vit eru sera errin av, at trý av teimum sjey eru úr Føroyum, skrivar Havnar Fimleikafelag á facebook.

 - Vit gleða okkum ómetaliga nógv at fylgja tykkum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610