Barnasjónvarp hvønn morgun

Barnasjónvarp hvønn morgun
Nú, tá ið øll eru heima, fara vit at senda barnasjónvarp, hvønn morgun frá klokkan 9.00-11.00
 
16.03.2020 - 18:45

Vit fara at leita í fjøltáttaða savnið hjá KVF.

Vit leggja fyri við vælkendu Mumitrøllunum, og síðani er tað Snipp snapp, har børn eru vertir og vísa teknifilmar.

Á Netflix er røðin Lazy Town, men í okkara savni eitur røðin Letibygd, tey tosa føroyskt og hon verður at síggja, hvønn morgun í barnasjónvarpinum.

Røðin um Heidi og fjallaabban er sera væl umtókt og hon verður eisini á skrá, hvønn morgun.

Søgurnar hjá Astrid Lindgren eru fleiri í tali, og í savninum eiga vit fleiri søgur, sum hon hevur skrivað. Ein av teimum kendastu er Emil í Lønnebergi og saman við honum, keðir tú teg ongantíð.

Føroyskt barnasjónvarp, hvønn morgun, hvønn seinnapart og hvørt kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610