Mærsk sleppur sær av við oljuna

Mærsk sleppur sær av við oljuna
Heimsins størsta reiðarí hevur valt trý sløg av brennievni, sum skal avloysa oljuna í 2050
 
27.10.2019 - 14:23

Skipaflotin er nógv tann mest dálkandi í føroyska co2-roknskapinum, men hetta er ikki nakað eindømi. Skipaferðslan yvirhøvur dálkar serstakliga illa, men heimsins størsta reiðarí, Mærsk Line, hevur sett sær fyri at vera co2-neutralt í 2050.

Danska reiðaríið er farið undir fyrireikingarnar, og í samrøðu við danska blaðið Berlingske Tidende sigur umhvørvisstjórin hjá felagnum, John Kornerup-Bang, at Mærsk nú hevur valt trý sløg av brennievni, sum tey vænta kunnu avloysa oljuna. Fleiri sløg eru kannaði og vrakaði, millum annað vetni. Tey trý brennievnini felagið hevur valt at satsa upp á eru ethanol, biogass og ammoniak.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF