Høvuðsstaðarkommunan minkar útlátið

Høvuðsstaðarkommunan minkar útlátið
Tórshavnar kommuna hevur sett sær sum mál, at minka CO2-útlátið við 50 prosentum næstu fimm árini
 
17.10.2019 - 08:00

Býirnir skulu bjarga klótuni. Tað sigur Eric Garcetti, borgarstjóri í Los Angeles og formaður í C-40 samstarvinum, sum hevur fingið 400 borgarstjórar í USA at binda seg til at fylgja Parísavtaluni og steðga øllum útláti í 2050.  

Føroysku býrinir skulu eisini gera meir, heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum hevur sett sær stór mál í bardaganum móti útláti.

Tórshavnar kommuna hevur millum annað, sambært borgarstjóranum, skift 15 prosent av gøtuljósunum til LED-perur og hækkað játtanina til viðlíkahald av bygningum hjá kommununi. 

Eisini skulu bygningarnir hava grønari orkuskipanir, kommunalu akførini skulu verða el-rikin, og tað sama skal kommunala bussleiðin, sum verður bjóðað út næsta ár.

Hoyr meira í Breddanum her Breddin 16.10.2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF