Leivdir frá fletting tveittar í náttúruna

Leivdir frá fletting tveittar í náttúruna
Fólk í Suðuroynni varnaðust týsdagin, at leivdir frá fletting lógu í einum øki, ið fyrr varð brúkt sum ruskpláss
Leivdir frá fimm-seks seyðum vórðu fyrr í vikuni funnar nakað eystan fyri Froðba
Mynd: Tvøroyrar kommuna  
 
12.10.2019 - 16:02

Leivdir frá fletting vórðu fyrr í vikuni funnar í náttúruni nakað eystan fyri bygdina í Froðba.

Fólk í Suðuroynni varnaðust týsdagin, at leivdir frá fletting lógu í Ásdali, sum fyrr varð brúkt sum ruskpláss.

Tað var ikki óvanligt, at fólk tveittu leivdir í náttúruni fyrr, men hetta er minkað tey seinnu árini, sigur umsjónarmaðurin hjá Tvøroyar kommunu.

Umsjónarmaðurin metir, at talan er um leivdir frá einum fimm-seks seyðum. Málið er ikki meldað til løgregluna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF