Golfstreymurin broytist

Golfstreymurin broytist
Ólag er á Golfstreyminum av veðurlagsbroytingunum, men tað sum hendir, kemur óvart á granskarar
 
04.06.2019 - 08:59

Streymurin viknar sum heild í Norðuratlantshavinum, men samstundis harðnar streymurin í Norskahavinum, vísa kanningar sum norskir granskarar hava gjørt, skrivar NRK.

Kanningarnar vísa, at streymurin í Atlantshavinum, sum Golfstreymurin er ein partur av, viknar við einum fjórðaparti á 26 stigum norður, sum er við Kanarisku oyggjarnar, sigur professarin, Lars H. Smedsrud.

Streymurin stóran týdning fyri hitalagið

– Men tað løgna er, at Golfstreymurin samstundis harðnar í Norskahavinum, og hann førir harvið meir av vatni og hita til norðaru leiðirnar, sigur Lars H. Smedsrud.

Streymurin í havinum hevur stóran týdning fyri hitalagið, og sum gongdin er nú, fer heitari sjógvur at flyta seg til Norðuratlantshavið og til Arktis, ella norðpólin, sigur granskarin.

Tað fer eisini at hava ávirkan, tí verur verða fluttar við streyminum, og fara at geva betri gróðralíkindi, vísir hann á, og tí mugu neyvari kanningar gerast, er niðurstøðan.

Ísurin fer at minka, sum frálíður

Seinastu 10 til 15 árini, er hitin í Barentrshavinum hækkaður, men tað er nú í ferð við at broytast, sigur Lars H. Smedsrud, professari.

Sum gongdin er nú, fer meir ísur at vera í Barentshavinum frá 2030 til 2040, men síðani vísa metingar, at ísurin fer at minka. Tí er neyðugt at kanna viðurskifiti alla øldina, fyri at fáa eina mynd av, hvussu støðan verður ár 2100.

Tað er neyðugt at kanna gongdina nærri, serliga fyri tey sum hava vinnu, tí tey hava tørv á at vita, hvussu ísurin fer at flyta seg, vísir norski granskarin á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610