Noyðist at raðfesta men vil hava fleiri virkisøki

Noyðist at raðfesta men vil hava fleiri virkisøki
Hóast virkisøkið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er so stórt, at neyðugt er at raðfesta ávís øki, kann stovnurin víðkast, sigur stjórin
Arbeiðseftirlitið byrjaði í 1975.
 
20.05.2019 - 12:45

Hóast virkisøkið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er so stórt, at neyðugt er at raðfesta ávís øki fyri at fáa tøku orkuna at røkka so langt sum gjørligt, heldur Leivur Persson, stjórin, at við skilvísi kann virksemið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum saktans víðkast enn meira. Eisini við at fleiri virkisøki verða løgd til stovnin at umsita.

Tað sigur hann í ársritinum fyri tvey tey fyrstu árini hjá stovninum.

Í mai í 2017 vórðu Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið løgd saman í ein stovn. 

Tað byrjaði við fíggjarlógini fyri 2017, tá játtanin hjá Brunaeftirlitinum varð flutt undir høvuðskontuna hjá Arbeiðseftirlitinum.

Samanleggingin varð veruleiki, tá løgtingið samtykti at broyta arbeiðsumhvørvis-lógina soleiðis, at báðir eftirlitsmyndugleikarnir kundu leggjast saman.

Broytingin varð samtykt í løgtinginum við 28 atkvøðum fyri og ongari ímóti, so talan var um eina samanlegging við greiðum politiskum stuðli, skrivar Leivur Persson í ársritinum.

Nógv øki

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur nógv virkisøki. T.d. arbeiðsumhvørvi, brunatrygd, spreingievni, mát og vekt og kavaravinnu.

Ein avgerandi fortreyt fyri, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið áhaldandi er ein vælvirkandi og arbeiðsførur myndugleiki, er tann, at stovnurin hevur eina tíðarhóskandi fígging. 

Sáttmálabundnar lønarhækkingar kosta til dømis stovninum 180.000 kr. í ár, stendur í ársritinum.

Í fíggjarlógini fyri 2019 eru seks milliónir og 838.000 kr. til Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Játtanin er 249.000 kr. størri enn í fjør sambært fíggjarlógini, og 68 milliónir størri sambært stovninum sjálvum.

Roknað er við bæði størri útreiðslum og størri inntøkum í ár enn í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852