Fýra føroysk lið kappast í dag

Fýra føroysk lið kappast í dag
Onnur World Cup kapping í estetiskum fimleiki er í hesum døgum, og innleiðandi kappingarnar hjá unglingum og kvinnum byrja seinnapartin
Mynd: Haldur Suni  
 
14.04.2018 - 09:27

Tvey føroysk kvinnulið og tvey føroysk unglingalið eru við í stóru altjóða kappingini í Graz í Eysturríki. Talan er um kvinnuliðini Team Hydra úr Fimleikafelagnum Ljósið og Team Hulda úr Havnar fimleikafelag, sum kappast í World Cup kappingini, meðan unglingaliðni Team Eina úr Havnar Fimleikafelag og Team Vípan úr Støkk kappast í Challange Cup kappingini.

Saman við teimum í hesari kapping eru tey bestu estetisku liðini í heiminum, og málið hjá liðunum man allarhelst vera at koma í finalurnar í morgin.

Sjálv kappingin byrjar klokkan 14.15 føroyska tíð, og fyrsta unglingaliðið á gólvið er føroyska Team Eina. Klokkan 14.27 er kvinnuliðið Team Hydra á gólvinum, meðan Team Hulda er á gólvinum kl 15.30 og Team Vípan er síðsta føroyska liðið á gólvinum klokkan 16.22.

Finalurnar vera í morgin sunnudag.

Leinkja til live-stream frá kappingini kann síggjast her: https://www.agg-graz.com/

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067