Følsk tíðindi eru ein synd

Følsk tíðindi eru ein synd
Nú blandar Frans pávi seg í kjakið um ”fake news”
 
17.12.2017 - 10:50

Tíðindi, sum einki hava við veruleikan at gera, eru blivin ein so stórur trupulleiki, at sjálvt pávin blandar seg upp í kjakið.

Hetta skrivar Jyllands-Posten á heimasíðuni, jp.dk.

Tað var í eini røðu, sum Frans pávi helt í Vatikaninum fyri umleið 350 limum í italienska journalistfelagnum og felagnum fyri katólsk vikubløð, at hann sambært Vatican News legði teimum eina við at gera tíðindi við sálarfriði, neyvleika og fullkomileika.

- Tað er umráðandi, at øll kunning verður løgd fram við tolni og er nágreinilig, soleiðis at almenningurin kann skilja og greina, og ikki verður doyvdur og villeiddur, segði Frans pávi.

Sambært pávanum er tað uppgávan hjá fjølmiðlunum at fortelja um sannroyndir upp á ein máta, sum liggur so tætt veruleikanum sum yvirhøvur gjørligt. Rákið er tó, sambært pávanum, at tað er ein ovurstór tráðan eftir skjótleika og sensatión, at tað gongur út yvir neyvleika og sannroynd

Brúk er fyri kunning við veruligum upplýsingum og tíðindum, ið ikki leggja seg eftir at øsa og undra fólk, men heldur kunning, sum ynskir at tosa við tann kritiska sansin, soleiðis at teir røttu spurningarnir verða settir, heldur pávin.

-Tað er eingin orsøk at fella í ”kunningarsyndina”: Villeiðandi upplýsingar. Tað vil siga, bara at fortelja um tað, ið er ræðandi og vekur stóran ans, ella ærumeiðing, sum fær ymiskt frá fortíðini fram í ljósið í dag, sigur Frans Pávi.

- Hetta eru álvarsligar syndir, sum oyðileggja hjartað hjá journalistinum og oyðileggja folkið, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337