Samd um nýggja lánsavtalu

Samd um nýggja lánsavtalu
ES og Grikkaland eru komin ásamt um eina nýggja avtalu, ið skal veita Grikkalandi fleiri lán. ES vil einki siga um nýggju avtaluna enn
ES og Grikkaland eru komin ásamt um eina nýggja lánsavtalu. Avtalan skal tryggja Grikkalandi fleiri lán til hart sperda búskapin
 
11.08.2015 - 17:53

Talskvinnan fyri ES-kommissjónini, Annika Breidhardt, váttar fyri fleiri fjølmiðlum í dag, at ES og Grikkaland eru komin ásamt um eina nýggja lánsavtalu.

Men ES vil einki siga um innihaldið í sjálvari avtaluni og hevur lagt lok á málið. Tí færst einki at vita um, hvørjar treytirnar eru í avtaluni.

SÍ EISINI Hava vónir um at ein lánsavtala fæst í lag

Fyrr í summar samdust ES og Grikkaland um eina avtalu um, at griska tjóðartingið skuldi samtykkja eina røð av nýskipanum, sum ES-tingið so skuldi góðkenna. Avtalan skuldi vera grundarlagið undir nýggjum samráðingum, sum nú hava verið.

Hóast partarnir eftir øllum at døma eru komnir til eitt úrslit, vil ES ikki enn einki siga um nýggju avtaluna, sum skal tryggjað Grikkalandi fleiri lán, so landið kann hóra undan fíggjarliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391