1552 flóttafólk bjargað í Miðjarðarhavinum

1552 flóttafólk bjargað í Miðjarðarhavinum
Flóttafólkini, ið vórðu tikin upp í Miðjarðarhavinum í gjár, flýddu úr Libya til Evropa. Í síðstu viku druknaðu hundraðtals flóttafólk
Hundraðtals flóttafólk eru bjargað, eftir at tey royndu at flýggja úr Libya til Evropa. Óttast verður, at 200 eru druknað. Myndin er frá síðstu viku, tá hundraðtals flóttafólk druknaðu í Miðjarðarhavinum
Mynd: AP  
 
11.08.2015 - 12:01

1552 flóttafólk vórðu tikin upp úr bátum í Miðjarðarhavinum í gjár. Tey flýddu úr Libya til Evropa, upplýsir italska sjóverjan, sambært týsku tíðindastovuna, DPA.

Flóttafólkini vóru í trimum bátum, sum vóru at meta sum dangur, og fýra gummibátum. Flóttafólkini sendu út neyðarkall.

Í síðstu viku holvdist ein bátur við 600 flóttafólkum út fyri libysku strondini. 200 fólk eru ikki komin afturíaftur.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tað, sum er farið av hesum árinum, eru 2.000 flóttafólk druknað í Miðjarðarhavinum. Síðani í januar eru umleið 188.000 fólk bjargað á havinum í royndini at sleppa til Evropa.

Tey flestu flóttafólkini koma úr Afrika og Miðeystri um Libya. Italia og Grikkaland hava tikið ímóti flestu flóttafólkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241