Noreg sendir bjargingarfólk

Noreg sendir bjargingarfólk
34 norsk bjargingarfólk og seks hundar eru ávegis til Kathmandu í Nepal í einum Norwegian flogfari. Flogfarið lendir væntandi í Nepal í kvøld
Noreg sendir nú 34 bjargingarfólk og seks hundar at hjálpa til í bjargingararbeiðinum í Nepal. Sviar senda eisini fólk
Mynd: AP  
 
27.04.2015 - 10:23

Samstundis bíða 29 finsk bjargingarfólk eftir at sleppa avstað. Tey skuldu eftir ætlan flúgva úr Kastrup í morgun, men flogfarið er seinkað. Eisini svensk bjargingarfólk bíða eftir at sleppa avstað.

Samstundis sigur nýggjasta uppgerðin, at 3200 fólk hava latið lív og fleiri túsund fólk eru løstað av jarðskjálvtanum leygardagin, ið vísti 7,8 á sonevnda richterstiganum.

Fleiri av sjúkrahúsunum í býnum er løgd í oyði. Tey, ið framvegis eru virkin, eru á tremur, og tí liggja fleiri sjúk og løstað á gøtunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815