Finalan verður í kvøld

Finalan verður í kvøld
Seks ungdómar skulu kappast í finaluni í tónleikakappingini Stella Polaris, sum verður í Norðurlandahúsinum í kvøld
Hesi seks skulu spæla í finaluni í kvøld
Mynd: Norðurlandahúsið  
 
21.02.2015 - 11:10

Dómsnevndin valdi í gjár teir seks finalistarnar, sum skulu kappast um 1. 2. og 3. virðisløn í finaluni í Norðurlandahúsinum klokkan 19. 

Tey seks, sum skulu spæla eru: Kristina Thede Johansen, Alvi Joensen, Dávur Birgisson, Marta Torkilsdóttir Johannesen,
Rúni Hentze og Birita Poulsen.

Í gjárkvøldið vóru virðislønir eisini latnar yngru tónleikarunum í kappingini. Tey vóru Vár Iversen Lindenskov, Maria á Lakjuni, Aksel Dánjalsson Remmel og Birita Dam. 

Fimm dómarar eru í Dómsnevndini, sum skal finna vinnaran í kvøld. 

Í nevndini er ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt fyri áhoyrarar, eitt fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking.

Dómsnevndarforkvinna er íslendski tónasmiðurin Mist Thorkelsdóttir, sum umframt at undirvísa í kompositión er leiðari á Academy of Music and Drama í Gøteborg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523