Noreg boyggir seg fyri djóraverndarfelagsskapum

Noreg boyggir seg fyri djóraverndarfelagsskapum
Stjórnin í Noregi boyggir seg fyri trýsti frá djóraverndarfelagsskapum og strikar nú 12 milliónir, ið verða lætnar í stuðuli til kópavinnu
Norska stjórnin kennir seg trýsta av djóraverndarfelagsskapum. Tí strikar stjórnin nú 12 milliónir á fíggjarlógini
 
28.10.2014 - 17:49

<p>Norska stjórnin hevur boygt seg fyri djóraverndarfelagskapum og teimum sum finnast at norsku kópaveiðuni, og hevur gjørt av at strika 12 milliónir kr. á fíggjarklógini, sum norsku kópaveiðumenninir hava fingið.</p>

<p>Vanliga hava kópaveiðumenninir fingið 12 milliónir kr. í stuðuli um árið, og í ár hava tríggir bátar sligið næstan 12.000 kópar. Tað er eingin verulig vinna í kópaveiðu, tí tær 12 milliónir krónurnar, sum stuðulin er, eru 80 prosent av inntøkunum hjá kópaveiðumonnunum.</p>

<p>Hildið verður fyri vist, at norska kópaveiðan fer í søguna, nú stuðulin verður strikaður.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343